Stjórnarskipan Føroya
Byrjaði í 1999
Arbeiðið við at gera uppskot til føroyska stjórnarskipan byrjaði í 1999, og umboð fyri allar flokkar á tingi hava allar tingseturnar síðani arbeitt við uppskotinum. Tey fyrstu uppskotini vórðu gjørd sambært løgtingslógum í nevndum, har serfrøðingar, embætisfólk og politikararúr bæði landsstýri og Løgtingi tóku lut.
Trý uppskot
Samanseting og arbeiðssetningurin hjá nevndunum vórðu tvær ferðir broytt við løgtingslóg. Tilsamans trý uppskot vórðu løgd fram av hesum nevndum: Ávikavist eitt ávegis uppskot í frágreiðing frá formanninum í nevndini í 2001. Síðani varð uppskot lagt fram í tí sonevnda “fyrra flaggdagsálitinum” í 2004. Tað seinna flaggdagsálitið varð handað landsstýrinum í 2006.
Kunnaðu kring landið
Stjórnarskipanarnevndirnar gjørdu nógv upplýsandi arbeiði við fundum kring landið, heimasíðu o.ø ., og uppskotið frá 2006 varð sent í hvørt hús í landinum í bóklingi.
Í apríl 2007 legði landsstýrið eitt uppskot til samtyktar fyri tingið (tingmál 115/2006), har mælt varð til at seta eina § 25-nevnd av tingfólki at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni tann 18. desember 2006. Nevndin náddi ikki at koma við einum uppskoti, áðrenn tingsetan 2007 endaði.
Datt niðurfyri
Av ymsum orsøkum varð nevndin ikki sett av nýggjum í tingárinum 2007, og tá val varð útskrivað í januar 2008, datt hetta arbeiðið niðurfyri. Eftir valið varð arbeiðið tikið uppaftur, tá allir flokkar á tingi í november 2008 settu fram uppskot til samtyktar (tingmál nr. 31/2008) um at seta § 25-nevnd av nýggjum til tess at gera arbeiðið liðugt, sum byrjað var í 2007. Nevndin hevði fleiri fundir og kom nakað áleiðis við arbeiðinum, men var ikki liðugt við uppskotið, áðrenn tingsetan 2008 endaði, og málið fall burtur.
Nýggj § 25-nevnd
Á ólavsøku 2009 settu allir flokkar á tingi aftur fram uppskot til samtyktar (tingmál nr. 1/2009) um at seta § 25-nevnd av nýggjum. Henda nevndin gjørdi ymsar broytingar í seinna flaggdagsálitinum og legði sítt lógaruppskot fyri tingið í mars 2010 (tingmál nr. 140/2009). Málið varð eftir 1. viðgerð beint í § 25 nevnd, sum taldi limir í Rættarnevndini umframt ein lim úr teimum flokkum, ið ikki hava umboð í Rættarnevndini. Nevndin var ikki liðug við arbeiðið, tá tingsetan 2009 endaði, og málið fall sostatt burtur.
Ikki full semja
Lógaruppskotið varð sett fram aftur í august 2010 (tingmál nr. 11/2010) og aftur beint í eina § 25-nevnd við umboðum úr øllum flokkum. Tann 9. mai 2011 varð uppskotið lagt til aðru viðgerð við eini røð av broytingaruppskotum, sum full semja ikki varð um í nevndini. Onnur viðgerðin endaði við, at málið við atkvøðunum 15-0-14 varð beint aftur í § 25 nevndina. Av tí at løgtingsval var í eygsjón, eydnaðist tað ikki at finna endaliga semju, og fáa málið avgreitt í tinginum, áðrenn tingsetan 2010 endaði.
Lagt fram aftur
Í september 2012 varð lógaruppskotið (tingmál 9/2012) aftur sett fram. Í eini roynd at røkka enn størri semju um stjórnarskipanina vóru nakrar broytingar gjørdar í formælinum, í grein 1, og ein nýggj grein um beinleiðis fólkaræði var tikin við í uppskotið. Hartil vóru onkur heiti vald, sum nevndirnar hava viðgjørt áður. Til dømis, at nýta heitið “tingkvinna/maður” heldur enn bara tingmaður ella “tingfólk”. Tann 23. februar 2013 varð hetta uppskotið tikið aftur.
Uppskot fellur
Longu 26. februar 2013 varð uppskotið tó aftur sett fram (tingmál nr. 95/2012). Uppskot um at beina málið í eina § 25 nevnd fall, og málið varð eftir 1. viðgerð tann 11. mars 2013 beint í Rættarnevndina. Í álitinum sigur meirilutin í nevndini m.a. at: ”Nevndin er samd um, at uppskotið er eitt gott grundarlag fyri einari nýggjari stjórnarskipan, men nevndin hevur ikki tað stutta tíðarskeið, nevndin hevur havt málið til viðgerðar, havt stundir at geva málinum ta viðgerð, tí tørvar, og heldur tað er skilabest.”. Við 2. viðgerð tann 6. mai 2013 fall málið við atkvøðunum 8-1-22.
Nýggj roynd
Ein fólkaatkvøða um Stjórnarskipan Føroya var partur av samgonguskjalinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn undirskrivaðu samgonguskjal á heysti 2015.
Í 2017 bleiv ein nýggj §25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum sett at viðgera uppskotið. Men semja fekst ikki um uppskotið í nevndini, og tískil duttu bæði uppskot og nevnd burtur tá nýggj tingseta byrjaði ólavsøkudag 2018. Síðani er ikki meiri hent í málinum.
Arbeiðið við stjórnarskipan var ikki partur av samgonguskjalinum hjá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, ið skipaði landsstýri á heysti 2019.