
Almennar nevndir og ráð
Løgmansskrivstovan hevur savnað nógvar upplýsingar um nevndir og ráð, sum landsstýrið á ein hvønn hátt varðar av.
Endamálið við arbeiðinum er at útvega eitt heildaryvirlit yvir hetta økið og tryggja opinleika og gjøgnumskygni.
Sambært Rundskriv nr. 9001 frá 31. mars 2014, hava stjórnarráðini skyldu at boða Løgmansskrivstovuni frá nevndarbroytingum.
Nevndirnar eru rættiliga fjølbroyttar og hava rættiliga ymisk virkisøki.
Nógvar nevndir og ráð hava týdning fyri rættarsamfelagið, tryggja sakligar og væl grundaðar avgerðir og holla ráðgeving.
Upplýsingarnar, sum eru savnaðar og almennar, eru gott grundarlag fyri at endurskoða nevndarøkið og gera broytingar.
Bólkingar
Nevndirnar eru sera fjølbroyttar. Fyri at fáa eitt gott yvirlit, eru fimm bólkingar av nevndum og ráðum nýtt. Bólkingarnar eru hesar:
o Kærunevndir
o Óheftar nevndir, sum hava lógarheimild til at taka sjálvstøðug stig, eitt nú eftirlit (t.d. Kappingarráðið)
o Umsóknarnevndir (t.d. Mentanargrunnur Landsins)
o Ráð og ráðgevandi nevndir, sum ikki taka fyrisitingarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndugleika, ofta landsstýrismanni, ráð um, hvussu ein skal bera seg at í serstøkum sum almennum málum (t.d. Fiskivinnuráðið og Demokratia)
o Nevndir, sum fyrisita sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna, privatum ella báðum í felag, eitt nú partafeløg (t.d. P/F Føroya Tele og Framtaksgrunnurin)
Fundarpeningur
Rættiliga vanligt er, at nevndarlimir fáa fundarpening. Galdandi upphæddir eru hesar (frá 01.10.2024):
Fundir styttri enn 3 tímar: 707 kr
Millum 3 og 5 tímar: 1.414 kr
Longri enn 5 tímar: 2.121 kr
Upplýsingar úr dátugrunninum
Nevndardátugrunnurin hjá Løgmansskrivstovuni inniheldur nógvar ymiskar upplýsingar um nevndirnar. Nevnast kunnu t.d. upplýsingar um endamál, lógargrundarlag, stovnan, nevndarvalskeið, nevndarlimir og samsýningar/fundarpening. Útskriftir frá dátugrunninum geva gott innlit í eina røð av upplýsingum um nevndirnar.
Her eru nakrar útskriftir:
- Yvirlit yvir, hvørjar nevndir hoyra til ymisku stjórnarráðini Trýst her.
- Nevndir og ráð skipað í bólkum Trýst her.
- Yvirlit yvir nevndir, limir og samsýningar (bólkað eftir stjórnarráðum) Trýst her.
- Yvirlit yvir nevndir og endamál Trýst her.
-Yvirlit yvir kynsbýti, bólkað undir stjórnarráðini, sæst her.
Yvirlit yvir upplýsingar um endamál, lógargrundarlag, stovnan, limir v.m.:
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Viðm. til nevndarupplýsingar:
Í yvirlitinum eru ikki bert nevndur og ráð tikin við, sum landsstýrið hevur stovnað. Í yvirlitinum eru t.d. nevndir og ráð, sum landsstýrið ikki hevur sett á stovn, men velur t.d. umboð ella hevur fíggjarlig áhugamál í nevndunum.
Skjølini við útskriftum úr dátugrunninum verða dagførd 2-3 ferð árliga.
Fyrvarni verður tikið fyri møguligum villum.
Løgmansskrivstovan
Seinast dagført 27. februar 2025.