Starvslesandi í føroysku sendistovunum
Vilt tú verða starvslesandi (stagiaire) í Brússel, London, Keypmannahavn, Reykjavík ella Tel Aviv?
Uttanríkistænastan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í sendistovum Føroya í Brússel, London, Keypmannahavn, Reykjavík og Tel Aviv.
Uppgávur
Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóða felagsskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningum og leita eftir upplýsingum.
Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um útbúgvingarstovnurin góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgvingini.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.
Starvsstaður
Starvsstaðurin er á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík ella Tel Aviv
Sendistovurnar eru skipanarliga partur av Uttanríkistænastuni, ið er deild í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Gev gætur, at tað ikki altíð ber til hjá øllum sendistovunum at taka inn starvslesandi.
Setanartreytir
Størvini eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum og eru ólønt; men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald. Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður veittur til bústaðarútreiðslur.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Uttanríkis- og vinnumálaráðið ella Løgmansskrivstovuna.
Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli verða at senda
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tinganes
110 Tórshavn
uvmr@uvmr.fo
www.uvmr.fo
Umsóknarfreistir eru vanliga um hálvan august og hálvan februar fyri ávikavist fyrra og seinna hálvár.
Næsta umsóknarfreistin er á middegi 23. februar 2024. (til seinna hálvár 2024)
Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.
Uttanríkistænastan hevur eisini gjørt eina serstaka síðu til tey, ið hava áhuga í at gerast starvslesandi: Starvslesandi í føroysku sendistovunum (tekt.fo)
Meir fæst at vita við at venda sær til Jannie Bjørgvin, samskipara á tlf. +298 555012, jannieb@mfa.fo