Fyrispurningar úr Løgtinginum

Skrivligir fyrispurningar

Løgtingslimir kunnu seta landsstýrisfólkunum og løgmanni skrivligar fyrispurningar sambært tingskipanini. Hesir skulu verða svaraðir skrivliga, lisnir upp og viðgjørdir á løgtingsfundi innan 14 yrkadagar eftir, at spurningurin varð góðkendur á tingi. Løgtingsformaðurin kann taka støðu til, um frávik skal gevast frá freistini.

Skrivligir fyrispurningar og svar eru at finna her


Munnligir fyrispurningar

Løgtingslimir kunnu uttan loyvi Løgtingsins seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar munnligar fyrispurningar um almenn viðurskifti, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni hjá Løgtinginum - vanliga aðruhvørja viku. Fyrispurningarnir skulu í seinasta lagi dagin fyri áðenn kl. 12.00 fráboðast landsstýrisfólkinum.

Landsstýrisfólkið svarar so aftur munnliga á sama fundi, men hevur tó heimild at biðja spyrjaranum um at seta spurningin fram av nýggjum eftir reglunum í § 53 í tingskipanini.

Svar og viðmerkingar til munnligar fyrispurningar eru at finna her


Skrivligir fyrispurningar sambært § 52a í tingskipanini

Løgtingslimir kunnu harafturat sambært § 52a í tingskipanini seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Hesir skulu verða svaraðir í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn, ella skal við skrivligari grundgeving boðast frá, at spurningurin verður ikki svaraður. Hesir spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum.

§ 52a fyrispurningar og svar eru at finna her