Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(avvarðandi landsstýrisfólk)
Upprit og uppskot til kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um skúlavegleiðaraskipan
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingum í skúlatíðini og uppskot til kunngerð um arbeiðsnáðir og gott skil
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit og uppskot um kunngerð um val av kommunulækna
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.