Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:

Upprit um at seta í verk ymisk trygdarátøk viðvíkjandi vápnum (høglbyrsur)
(Løgmaður)
 
Upprit um at áseta reglur um endurvenjing í løgtingslóg um sjúkrahús føroya
Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
 
Rundskriv um burturbeinan av KT- útbúnaði
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
 
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um felags reglur í yrkisnámi
(Landsstýrismaðurin í mentamálum) 
 
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni