Á landsstýrisfundi mánadagin 3. februar vóru hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy við tilhoyrandi skjølum
(Landsstýrismaðurin í figgjarmálum)
Upprit um at dagføra løgtingslóg um ítróttarvedding
(Løgmaður)
Upprit og uppskot um kunngerð at flyta umsitingina av navnamálum til Umhvørvisstovuna
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni