Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur)
(Løgmaður)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum (Yvirtøka av málsøkinum sakførarastarvsemi)
(Løgmaður)

Upprit um at lógin um ES-arbeiðsmegi kann setast úr gildi, tá arbeiðsloysi hevur verið meira enn 3,5% í minsta lagi í 3 fylgjandi mánaðar
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Upprit um at keypa Boðanesgøtu 1, Hoyvík
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)

Upprit um at selja ognirnar Hoydalsvegur 1 og gamla Fiskivinnuskúlan í Vestmanna
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)

Upprit og uppskot um kunngerð um sjúklingaráðgevar
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Uppskot til kunngerð um starvsskipan fyri psykiatrisku sjúklingakærunevndina
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.