Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi 4. november 2013 vórðu millum annað hesi evni umrødd:

Arbeiðssetningur um at endurskoða landsfyrisitingina
(Løgmaður)

Upprit at fáa undirtøku fyri at fara undir broytingarnar, ið eru tilmæltar í pensjónsálitinum Eitt longri arbeiðslív
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um íløgurøkt hjá Vinnusjúkugrunninum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Uppskot til kunngerð um skiftisskipan fyri danskar eftirlønarskipanir
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um hvussu eftirløn og eftirlønarskattur verður rindaður
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um frítøku frá eftirlønarlógini í sambandi við tíðaravmarkað starv
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um undantak frá eftirlønarlógini fyri persónar, ið arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgervara, og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um upplýsingarskyldu hjá eftirlønarveitarum
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av afturberingsprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)


Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki.