Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(avvarðandi landsstýrisfólk)

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring af lov fo Færøerne om rettens pleje”
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Uppskot til kunngerð um ávís tiltøk at forða yvirgangi
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

Uppskot til kunngerð um at seta í verk ávís avmarkandi tiltøk ímóti persónum og fyritøkum, sum hava tilknýti til Usama bin Laden, limir av Al Qaida-felagsskapinum og Taliban
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)


Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.