Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Uppskot og upprit til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um broytingar í SIT lógini
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna Heilsutrygd og uppskot til viðtøkur fyri Sjúkrakassagrunn Føroya
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Uppskot til kunngerð um at Húsalánsgrunnurin einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum kann útvega, reka og leiga íbúðir, íbúðahús og lestrarbýir
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann.