Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av akførum.
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um inntøkutrygd til fiskimenn.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit um at veita fíggjarligan stuðul til alduverkætlan hjá SeWave.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upprit um undirtøku fyri at fara undir samráðingar við Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um fæið í verandi sjúkrakassaskipan.
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.