Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum og uppskot til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit um einskilja (privatisera) landsjørðina
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit at seta arbeiðsbólk at tilevna lógaruppskot um etiskt ráð
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um próvtalsstiga og døming + frágreiðing
(landsstýrismaðurin í mentamálum)
Upplýsingar um hesi mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki.