Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Uppskot til nýggja løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum fíggjarrættur – “den almindelige formueret”)
(Løgmaður)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)

Kunngerð um a) skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya áðrenn 1. august 2008, b) skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroyar, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 og c) PH.D-lestur á Fróðskaparsetri Føroya
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)

Uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 24 frá 14. mai 2008 um bygging av sambýli í Vági til sinnisveik
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 118 frá 20. desember 2006 um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Álit um skipan av Apoteksverkinum í framtíðini
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki