Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Forslag til lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om realkreditlån og realkreditobligationer m.v., lov om Danmarks nationalbank og forskellige andre love”
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (hvítvaskløgtingslógin)
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Landsstýrisfólkini løgdu fram uppskot um bygnaðarbroytingar fyri síni øki við atliti at langtíðarkarmar
Frágreiðing um uttanríkispolitikk
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.