Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)
Upprit um verklagslóg og útbjóðingartilfar í samband við nýtt Havrannsóknarskip
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2011
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um adressur
(landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant
(landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni.