Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til virkisætlan um eldrapolitikk og rammulóg, og virkisætlan um at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um viðurkenning av útlendskum sjóvinnubrøvum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um hvílutíð hjá sjófólki
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um gildiskomu av reglum í sjómannalógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um virksemi Brúkaraumboðsins
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um órímuliga og villeiðandi Marknaðarføring
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni