Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg til at broyta løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Um at lækka tilskotið til heilivág og um ókeypis heilivág til terminalsjúklingar
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av vanlukkutryggingarmálum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki