Á landsstýrisfundi mánadagin 16. februar vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um elektróniskar rokningar + kunngerðir
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eydnuspøl
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit um læraraútbúgving og námsfrøðiliga útbúgving
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um at gera sáttmála við ES um atlimaskap í 7. Rammuætlan ES um gransking (FP7)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um at seta úr gildi ávísar kunngerðir
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um stuðul til flutning av fiski
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Kunngerð um broyting í kunngerð um ES-fiskiskapin á ytru landleiðini
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Kunngerð um broyting í kunngerð um norska botnfiskaveiðu á ytru landleiðini
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á Føroya Banka 2009
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki.