Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forkningsprojekter”
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
upprit og uppskot um at broyta løgtingslóg um almenna heilsutrygd (heilsutrygdarlógin)
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
upprit og uppskot til løgtingslóg um upphavsrætt
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
upprit og uppskot í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
upprit og uppskot til løgtingslóg um trygd á sjónum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni