Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot um eykaløgtingsfíggjarlóg
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting av lóg um fíggjarligt støðufesti, lóg um fíggjarligt virksemi, lóg um trygdargrunn fyri innskjótarar og íleggjarar og lóg um álíkning av inntøkuskatti til danska statin
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fískimálum)
Upprit um at loysa hølistørvin hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum
(landsstýriskvinnann í mentamálum)
Upprit um at skipa matvøruútbúgving á Tekniska Skúla í Klaksvík.
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um at broyta kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum
(landsstýrismaðurin í fiskimálum)
Upprit um at seta í gildi kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit um broytingar í kunngerðum fyri yrkisútbúgvingar
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Uppskot til kunngerð um tænastugjald í samband við tolling og umtolling
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um tinglýsing
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrisfólk ella løgmann.