Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Virkisætlan fyri veðurlagsøkið
(Løgmaður)

Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur:“Løgmaður hevur nú sett veðurlagsøkið á dagsskránna hjá landsstýrinum. Hetta mál hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, tí vit á henda hátt taka altjóðaliga ábyrgd og kunnu fáa meira burðardygga orkunýtslu til frama fyri umhvørvið og búskapin í longdini.

Tað er eitt sera víðfevnandi og týdningarmikið økið, ið fevnir um nærum øll málsøkið hjá landsstýrinum. Eg havi tí sum løgmaður raðfest hetta arbeiði í míni samskipan av politisku málunum.

Á landsstýrisfundi í dag varð støðulýsing løgd fram av arbeiðsbólkinum, ið ger uppskot til tiltøk o.a., ið hava við sær minking í CO2 útláti í Føroyum. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og eitt álit verður væntandi klárt til politiska støðutakan um tvær til tríggjar vikur.”

Um at broyta løgtingslóg um sjómenn
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Um at endurskoða sosialu skipanirnar fyri rúmliga arbeiðsmarknaðin
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Um at leggja Búnaðarstovuna og Royndarstovuna saman
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki