Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi hósdagin 19. desember vóru hesi mál fyri:

Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um áseting og javning 2014
(landsstýriskvinnan í almannamálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um veiði eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi á NAFO skipanarøkinum.
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um skipan av fiskiskapi eftir svartkjafti hjá skipum undir føroyskum flaggi í 2014
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni.