Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi kongaliga fyriskipan um ymsar broytingar í luftferðslulógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um semingsstovn
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um at broyta lógargrundarlagið undir Búnaðargrunninum og virki hansara
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Uppskot til frágreiðing um intregratiónspolitikk at leggja fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

Upprit og uppskot um talgilt Kunngerðarblað og rundskriv til kunngerðing
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni