Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:
Upprit viðvíkjandi ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring af lov om kundgørelse af love anordninger og bekendtgørelse på Færøerne
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. Serskipan tá arbeiðsgevari og eftirlønarveitari eru útlendskir
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um at frítaka bygging av leiguíbúðum fyri meirvirðisgjald í eitt avmarkað tíðarskeið og at veita leiguinntøkum til bústaðarendamál skattafrítøku
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um norðurlendskan sáttmála um atgongd til hægri útbúgving
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit sambært lóggávuni á umhvørvisøkinum
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni