Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:

Ríkislógatilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om en garantifond for indskydere og investorer”
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af lov om garantifond for indskydere og investorer, lov om finansiel stabilitet og lov om statsligt kapitalindskud i kreditinstitutter.
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í almenna forsorg
(landsstýiriskvinnan í almannamálum)

Upprit um at skriva undir avtalu við Lokale- og Anlægsfonden og um fígging av limagjaldi í 2010.
(landsstýriskvinnan í mentamálum)

Upprit um at fremja verkætlanina vegaføring við Leirvík
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Upprit um álit um at savna maritimar útbúgvingar á einum staði
(landsstýriskvinnan í mentamálum)

Rundskriv um eykajáttanir í 2010
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til kunngerð um at seta úr gildi kunngerð um stuðul til hjálparráð
(landsstýiriskvinnan í almannamálum)

Uppskot til kunngerð um stuðul til hjálparráð
(landsstýiriskvinnan í almannamálum)

Upprit og uppskot um broyting av kunngerðum um ymiskar miðnámsútbúgvingar
(landsstýriskvinnan í mentamálum)

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)


Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.