Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Fíggjarlógaruppskot 2015

(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli at dagføra lógina um fíggjarligt virksemi

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um brúksmodell

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um designmodel

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um vørumerki

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um patentlóg

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um upphavsrætt

(landsstýrismaðurin í mentamálum)

Upprit um at seta arbeiðsbólk at kanna grundarlagið fyri útveitan av sjóvegis farleiðum hjá Strandferðsluni

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um at skipa viðgerðartilboð til teirra, sum hava seinárin orsakað av kynsligum ágangi

(landsstýrismaðurin í almannamálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um skyldu at hava hund í bandi

(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Fleiri upplýsingar um málini kunnu fáast frá avvarðandi landstýrismanni.