Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Trúnuarvalógin
(Løgmaður)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum fíggjarrættur (formueretten)
(Løgmaður)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum(Yvirtøka av málsøkinum upphavsrættur)
(Løgmaður)

Sáttmáli við ES um atlimaskap Føroya í 7. Rammuætlan ES um gransking (FP7)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Anordning om ikrafttræden for Færøerne av lov om retshjælp til indgivelse og førelse af klagesager for internationale klageorganer i henhold til menneskerettighedskonventionen”
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om ændring for Færøerne om rettens pleje og forskellige andre love”
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtinslógum um ómyndugleika v.m.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Lóg um nátturuvernd
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønhæddaravgjald
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um lántøku til landskassan
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um Búskaparráð
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Løgtingslóg um útleigan av bústøðum (leigulógin)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Um atlimaskap Føroya í Felagsskapi Sameindu Tjóða fyri úbúgving, vísindi og mentan (UNESCO)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

Um at seta í gildi fyri Føroyar sáttmálan um Felagsevropiska Flogferðsluøkið (ECAA)
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki