Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(landsstýrisfólkini)
Frágreiðing um samskipan av tilbúgving millum avvarðandi landsstýrisfólk
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Framløga av “Ársfrágreiðing um altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp”
(landsstýrismaðurin í uttanríkismál)
Kunning um at loysa hølisspurningin hjá Fiskimálaráðnum endaliga
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.