Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sundurbýti og matrikulering.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Løgtingslóg um broyting av løgtingslóg um býarskipan- og byggisamtyktir.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki.