Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(avvarðandi landsstýrisfólk)
Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um veðbrævafeløg
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til eykajáttanar løgtingslóg fyri oktober 2010 (Føroya Lívstrygging)
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til broyting í løgtingslóg um at nútímansgera og høvuðsumvæla, úbyggja og nútímansgera Landssjúkrahúsið
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
(landsstýriskvinnan í almannmálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Uppskot til løgtingslóg um Trygdargrunn fiskivinnunnar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit um at gera avtalu við Atlantic Airways um nýggjan sáttmála innan tyrlutilbúgving og innanoyggja tyrluflúgving
(landsstýrismenninir í fiski- og vinnumálum)
Upprit um loyvisgjøld og aliøkir
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um tilskotsnevnd
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.