Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi mánadagin 30. mars vóru m.a. hesi evni fyri:

Eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2009
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Um at seta í gildi fyri Føroyar Sáttmála Sameindu Tjóða frá 13. desembur 2006 um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brekaðu
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

Um at seta í gildi fyri Føroyar Sjálvboðið Frumskjal (Optional Protocol/tillægsprotokol) (landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)

Um at leggja fyri Løgtingið ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om behandling af personsoplysninger”
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Um longda niðurlagingartíð (avviklingstíð) fyri aling á vøtnum og byrgingum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um broyting í kunngerð um sjálvbodna trygging
(landsstýriskvinnan í almannamálum)

Um at seta arbeiðið lutvíst í gongd hjá “Skipanarnevndini”
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn
(landsstýriskvinnan í mentamálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(landsstýriskvinnan í mentamálum)

Um 3 bygningar, ið Mentamálaráðið ikki brúkar
(landsstýriskviina í mentamálum)

Arbeiðssetningur hjá bólki, ið skal gera eina játtanargreining av almannaøkinum
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Kunngerð um broyting í kunngerð um skrá yvir heilivágssløg, sum er heimilað tilskot (landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Kunngerð um merking av sjógvalistøðum v.m.
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni
(landsstýriskvinnan í almannamálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki.