Á landsstýrisfundi í hósdagin 25. juni vóru m.a. hesi evni fyri:
Frágreiðing og kunngerð um mista arbeiðsinntøku sambært forsorgarlógini
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit og kunngerðir um at seta í gildi kunngerðir um stuðul til heilivág v.m. eftir forsorgarlógini og eftir almannapensjónslógin
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
Frágreiðing og uppskot til kunngerð um reglur fyri Fiskivinnuráðið
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Frágreiðing og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiðu innan fyri 12 fjórðingar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Uppskot um at loysa átrokandi tørvin at gera neyðugar ábøtur á ferðsluna við ferðaskipum til Nólsoy og til Svínoyar/Fugloyar
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki