Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi 26. og 27. november vóru hesi mál fyri:

Upprit og uppskot til løgtingslóg um mentanarsøgulig skip
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um trygdarskeið í samband við loyvi at eiga og nýta vápn
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)

Upprit um at gera broytingar í lógini um stuðul til flutning av fiski
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um endurgjald til ferðing til og frá serlækna, ljósmóður og kommunulæknavaktini
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Broytingaruppskot fyri FLU 2013 til Løgtingsins Fíggjarnevnd
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit um at prístalsviðgera heildarveitingina fyri 2013
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Frágreiðing til aðalorðaskiftis um fiskivinnulóggávuna
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni