Á landsstýrisfundi vóru hesi máli fyri
Uppskot til løgtingslóg um val til kommunur (kommunuvallógin)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit um at broyta løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
(Landsstýrismaðurin í fískivinnumálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Prístalsjavning)
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2016 (Broytt áseting um NEAFC kvotuna av svartkjafti)
(Landsstýrismaðurin í fískivinnumálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir grønlendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2016 (Broytt áseting um NEAFC kvotuna av svartkjafti)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016 (Hækkað heildarkvota)
(Landsstýrismaðurin í fískivinnumálum)
Upprit og uppskot til broyting í kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan v.m.
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Kunning um uppskot um eigarapolitikk landsins
(Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni