Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri
Upprit um at dagføra rættargangslógina fyri Føroyar
(Løgmaður)
Upprit um at seta UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi í gildi fyri Føroyar umframt konvention á DK og EN
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit um at nútímansgera regluverk og fyrisiting av náttúruverndarøkinum
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit um at broyta løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Kunngerð og upprit um at broyta kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (koyrikortkunngerðin)
(Landsstýrismaðurin í samferðslumálum)
Kunngerð og upprit um kunngerð um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2016 (Kvota á uppboðssølu)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2016 (Kvota á uppboðssølu
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um almannakunngerðing um bygningskunngerð
(Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur
(Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni