Á landsstýrisfundi mánadagin 9. mars vóru hesi mál fyri:
Uttanlandsfrágreiðing til aðalorðaskifti
(Løgmaður)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um kunngerð um sjálvbodna trygging
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi (Landsstýrismaðurin í heilsumálaráðnum)
Upprit og uppskot til kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir gulllaksi á føroysku landleiðunum 2015
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2015 (makrelkvotan)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni