Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál til viðgerðar:
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í útbjóðingarlógini
(landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Upprit og uppskot um broyting í vinnufelagslógini og uppskot til løgtingslógir um fylgibroytingar í øðrum lógum
(landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
(landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven
(landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um, hvussu eftirlønir og eftirlønarskattur verða rindað
(landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Uppskot til kunngerð um próvtøku fyri løggildar grannskoðarar v.m.
(landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Uppskot um broyting í kunngerð um metal útbúgvingar
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Uppskot til kunngerð um avgjald til Tryggingareftirlitið fyri eftiransan av løgtingslóg um P/F Lív lívs- pensjónstryggingarfelag
(landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki.