Heildarætlan fyri Tinganes

Í fleiri ár hevur nakað av peningi verið settur av til at gera ábøtur og umbyggingar av ognunum í Tinganesi, so tær verða varðveittar sum søgu- og fornminni, samstundis sum tær eisini kunnu gerast tignarligur og nýtslugóður karmur til fyrisiting løgmans og landsstýrisins.

Skansapakkahúsið umvalt

Seinastu umleið 10 árini hevur Løgtingið játtað 0-3 mió. kr. árliga á fíggjarlógini, so at partar av hesi visjón kunnu gerast veruleiki. Í 1999 varð fyrsta- og miðhæddin av Skansapakkhúsinum umvæld og broytt, so at aldargamla sniðið kemur til sín rætt, og í 2007 varð kjallaran í Skansapakkhúsinum loksins liðugur umbygdur og snøggaður til tignarliga matstovu og samkomuhøli.

Hinvegin hevur tað verið sera trupult at leggja til rættis arbeiðið og gera alt liðugt í eini heild partvís tí, at einans smáar peningaupphæddir hava verið játtaðar í eitt ár í senn og partvíst tí, at ongin djúptøkin heildarætlan hevur verið til taks. Arbeiðið hevur verið gjørt púra ad hoc. Verður hildið fram á henda hátt, verður seinur dagur, áðrenn komið verður á mál, og arbeiðið verður nógv dýrari enn neyðugt.

Okkara søga og tjóðarsamleiki

Í 2008 var tí farið undir at orða eina heildarætlan við tí endamáli at fáa alt Tinganes umvælt og skipað í eini heild, so staðið kemur til sín fulla rætt sum fornminni, ið myndar okkara søgu og tjóðarsamleika, samstundis sum tað verður nýtt til stjórnarfyrisiting. Tað fer eisini at hava við sær, at Tinganes í nógv størri mun kemur ferðavinnuni til góðar.

Fyrsta stigið er hetta álitið, ið er gjørt sambært arbeiðssetninginum í fylgiskjali I. Næsta stigið er at gera eina byggiskrá og tíðarætlan fyri alt arbeiðið umframt eina verklagslóg, ið skal tryggja, at arbeiðið kann gerast samanhangandi yvir eitt áramál. Síðani og samstundis verður arbeitt eftir ætlanini við Landsverki sum byggiharra.

Breitt samstarv

Verkætlanin verður gjørd í samstarvi millum Løgmansskrivstovuna, Landsverk, Tjóðsavn Føroya og umboðum fyri tey stjórnarráð, ið húsast í Tinganesi. Harumframt verða aðrir viðkomandi stovnar o.o. tiknir við í verkætlanina eftir tørvi. Her verður serliga hugsað um Visit Faroeislands, Tórshavnar Býráð og møguliga onnur, ið hava serligan áhuga í Tinganesi. Felagið Kontrast við Mayfinn Norðoy hevur ráðgivið og skrivað hetta álitið.

Í Tinganesi, 1. september 2009

Marjun Hanusardóttir                         Mayfinn Norðoy
Løgmansskrivstovan                          P/F Kontrast

Heildarætlan fyri Tinganes

Fylgjuskjøl:

Yvirlit

1. Skansapakkhúsið

2. Salurin

3. Sjó- og vektabúðin

4. Bakkapakkhúsið

5. Leigubúðin

6. Munkastovan

7. Skibsteds pakkhús

8. Stokkastovan

9. Sethúsini

10. Bryggihúsið

11. Portugálið

12. Pakkhúsið á Sælingahellu

13. Hjallur / neyst

14. Síðubygn. Evensens pakkhús

15. K. Poulsen, Reynagarður

16. Suðurlonin, Reynagarður

17. Johs. J. Olsen, Reynagarður (vest)

18. Johs. J. Olsen, Reynagarður (eyst)

19. Egholms hús, Reynagarður

20. Evensens pakkhús

21. Kristnastova

22. Skansagarður