Starvslesandi
Starvslesandi í landsfyrisitingini
Uttanríkistænastan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í landsfyrisitingini.
Vit hava seinastu árini broytt umsóknarfreistirnar nakað, so tað hevur týdning, at umsøkjarar fylgja væl við. Í løtuni eru umsóknarfreistirnar 16. februar fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár.
Trýst her hevur tú hug at fáa nærri at vita um at gerast starvlesandi í landsfyrisitingini
Starvslesandi á einari av føroysku sendistovunum
Uttanríkistænastan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi (stagiare) á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík, Moskva, Beijing og Tel Aviv.
Vit hava seinastu árini broytt umsóknarfreistirnar nakað, so tað hevur týdning, at umsøkjarar fylgja væl við. Í løtuni eru umsóknarfreistirnar 15. februar fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár, og 30. august fyri fyrra hálvár.
Trýst her hevur tú hug at lesa meiri um at gerast starvlesandi í einari av føroysku sendistovunum
Uttanríkistænastan hevur eisini gjørt eina serstaka síðu til tey, ið hava áhuga í at gerast starvslesandi: Starvslesandi í føroysku sendistovunum (tekt.fo)