Starvslesandi í landsfyrisitingini
Starvslesandi í landfyrisitingini
Eftir áheitan frá MFS fóru Løgmansskrivstovan og stjórnarráðini fyri nøkrum árum síðani undir skipan, sum skal geva lesandi møguleika at vera starvslesandi í landsfyrisitingini í upp til eitt lestrarhálvár.
Soleiðis virkar skipanin
Tann lesandi søkir um at sleppa í starvsvenjing í einum av stjórnarráðunum. Tey eru:
Løgmansskrivstovan | www.tinganes.fo |
Fíggjarmálaráðið | www.fmr.fo |
Fiskimálaráðið | www.fisk.fo |
Uttanríkis- og vinnumálaráðið | www.uvmr.fo |
Almanna- og mentamálaráðið | www.ammr.fo |
Heilsumálaráðið | www.hmr.fo |
Barna- og útbúgvingarmálaráðið | www.bumr.fo |
Umhvørvismálaráðið | www.umhvorvi.fo |
Løgmálaráðið | www.lmr.fo |
Lesandi kunnu søkja um at koma í starvsvenjing, um tey t.d. hava áhugað at arbeiða innan ávíst málsøki í sambandi við lestraruppgávu. Ella um tey hava almennan áhugað at fáa nærri innlit í politisku skipanina, og hvussu almenna fyrisitingin virkar.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar kunnu vera sera ymiskar, alt eftir hvat tørvurin er í tíðarskeiðinum, sum starvsvenjingin er. Tann starvslesandi verður partur av dagligu arbeiðsgongdini í avvarðandi stjórnarráði og fær við hesum innlit í tey mál, ið stjórarráðið umsitur. Tað verður miðað eftir, at tann starvslesandi kann vera við í arbeiðinum at loysa størri og minni uppgávur hjá ráðnum.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum máli.
Hesi kunnu søkja
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgving tíni.
Størvini eru ólønt og eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum, m.a. trúnaðarreglum, samsýning o.t.
Umsókn
Tann lesandi fyllir út hjálagda umsóknarblað og sendir tað til Uttanríkistænastuna á Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum samskipar viðgerðina av umsóknunum við stjórnarráðini. Aðalstjórin í avvarðandi ráði ger av, um teirra stjórnarráð tekur inn starvslesandi alt eftir, hvørjar uppgávur eru í ráðnum í tíðarskeiðnum.
Umsóknarfreistir eru um hálvan august fyri fyrra hálvár og um hálvan februar fyri seinna hálvár. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.
Næsta umsóknarfreist (til seinna hálvár 2025) er á middegi 16. februar 2025.
Aðrar upplýsingar
Umsóknir við skjølum verða at senda til Uttanríkistænastuna:
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Tinganes
110 Tórshavn
uvmr@uvmr.fo
www.uvmr.fo
Uttanríkistænastan og aðalstjórarnir viðgera umsóknirnar, so skjótt umsóknarfreistin er farin, og fáa umsøkjarar svar, so skjótt avgerð er tikin.
Meir fæst at vita við at venda sær til Jannie Bjørgvin, samskipara á tlf. +298 555012, jannieb@mfa.fo