Í gjárkvøldið skipaði Sendistova Føroya í London fyri flaggdagshaldi.
Flaggdagshaldið í London, sum Sendistova Føroya skipar fyri á hvørjum ári, savnar vanliga nógv fólk. Í ár vóru sløk 150 fólk.
Fleiri umboð úr diplomatiska kervinum í London, umboð úr vinnulívinum, embætisfólk, føroyskir útisetar og føroyavinir vóru millum gestirnar.
Á flaggdagshaldinum flutti løgmaður fram røðu.
Hann vísti millum annað á sterku søguligu sambondini millum Bretland og Føroyar, okkara sterku handilssambond við bretska marknaðin, um búskaparvøksturin í Føroyum og blómandi ferðavinnuna.
Flaggdagsrøðan hjá løgmanni kann lesast her