Fríggjadagin, tann 25. apríl varð flaggdagur okkara hildin við hugnaligari móttøku á Sendistovu Føroya í Íslandi. Tiltakið var sera væl eydnað. Mett verður, at um 150 fólk vitjaðu.
Sendimaðurin, Hákun Jógvanson Djurhuus bað vælkomin og Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins og formaður Uttanlandsnevndar Løgtingsins, helt flaggdagsrøðuna. Jógvan Hansen framførdi føroysk og íslendsk løg, áðrenn boðið varð til brellbitar. Marentza Poulsen hevði fyrireikað matin og Føroya Bjór stuðlaði við drekkivørum.
Sendistovan var ein sera góður og hugnaligur karmur um eitt frálíkt hátíðarhald millum føroyingar og samstarvsfelagar úr øðrum londum. Nevnast kann, at sendiharrar og umboð fyri Bretland, Frakland, USA, Kanada, Russland, Noreg, Svøríki, Danmark, India og Japan luttóku, og eisini umboð úr íslendsku fyrisitingini.
Endamálið við hesum tiltaki er, at stimbra um føroyska felagsskapin í Íslandi, samstundis sum vón er fyri einum mennandi samstarvi millum Ísland og Føroyar.