03.12.2012 · Løgmansskrivstovan

25 ára starvsdagur

25 ára starvsdagur

1. desember 2012 vóru 25 ár liðin, síðan Annfríð N. Hellisfoss kom í starv á táverandi Landsskrivstovuni. Nógv er broytt hesi árini, og síðani landsfyrisitingin varð umskipað í 90-árunum, hevur Annfríð starvast á Løgmansskrivstovuni.

 

Annfríð er av Eiði og er 45 ára gomul. Hon býr á Eiði saman við manni og dóttur.

 

Starvsfelagarnir eru sera takksamir fyri at arbeiða saman við Annfríð. Hon er álítandi, fyrikomandi og altíð góð at heita á, um eitthvørt er.