17.05.2015 · Løgmansskrivstovan

32 sendistovur til Føroya

32 sendistovur til Føroya

Umboð fyri 32 ymiskar sendistovur í Keypmannahavn koma til Føroya í morgin.

Løgmaður er vertur fyri vitjanini. 

Millum sendistovurnar, ið hava umboð við til Føroya, eru USA, Kina, Kanada, Pakistan, Korea, Vjetnam og Ísrael.

Skráin í Føroyum er umfatandi.

Á vitjanini skulu umboð fyri sendistovurnar millum annað vitja Løgtingið, Vinnuhúsið, Bakkafrost, Listasavnið, Klaksvíkar kommunu, Ferðaráðið og Ríkisumboðið.

Umboðini fyri sendistovurnar fara av landinum aftur mikudagin.

Sendimannaliðið úr Keypmannahavn var seinastu ferð í Føroyum í 2011.  

Mynd: Í 2011 var løgmaður eisini vertur fyri sendimonnum úr Keypmannahavn.