Mikudagin, 26. mars 2014 skipaði Sendistova Føroya í Íslandi, saman Vinnumálaráðnum og Invest in the Faroes fyri móttøku í Kraum í Reykjavík, nú 12 føroyskir sniðgevar sýna fram í sambandi við árliga DesignMarch festivalin í Reykjavík.
Teir 12 sniðgevarnir eru Shisa Brand, Poulina, Steinum, Heimkaer, Elin Lindenskov, Fosaa, Erla Perla, Mikkalina Glas, Ella Sloan Múller, Perla Erla, Brikolasj og EMJ Jewellery. Saman nevna tey seg “12 Faroese Designers in Kraum, Reykjavik”
Móttøkan varð sera væl vitjað, har sløk 500 fólk møttu til móttøkuna. Millum hesi vóru sendiharrar frá øðrum sendistovum, útlendingar og nógvir føroyingar.
Móttøkan byrjaði kl. 20, har Hákun J. Djurhuus, sendiharri, beyð øllum vælkomnum. Síðani greiddi stjórin í Kraum, Halla Bogadóttir, frá, hvussu glað hon var fyri hetta tiltakið, og hvussu spent hon hevur verið.
Hon vísti á, at íslendskir sniðgevar vóru í Føroyum í fjør og sýndu sína list fram í Østrøm í Tórshavn. Halla Bogadóttir var fegin um, at føroyskir sniðgevar nú vóru í Kraum.
Aftaná helt Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, røðu, har hann greiddi frá føroyskari sniðgeving. Hann greiddi frá stóra týdninginum av hesum bæði mentanarliga og vinnuliga, og hvussu avgerandi tað er, at fólk innan hetta yrkið fáa neyðuga karmarnar at virka undir.
Johan Dahl setti síðani føroyska partin av DesignMarch.
At enda varð orðið givið víðari til Sissal Kj. Kristiansen frá Shisa Brand. Hon umboðaði allar føroysku sniðgevarnar í Kraum.
Sissal var sera fegin um stóra áhugan, ið fólk sýna føroysku sniðgevunum og vørum teirra.
Sýningin var í ovaru hæddini í Kraum. Hølini eru sera vøkur og hóska stak væl til vørurnar hjá sniðgevunum.
Lagið var gott á teimum vitjandi, sum tóktust at hava stóran áhuga í føroysku vørunum.