Vøksturin í føroyska búskapinum (BTÚ) var uppá 7 % í ársins prísum frá 2009 til 2010 sambært Hagstovu Føroya. Hetta er ein tann størsti vøksturin í Evropa, har so at siga øll lond dragast við at koma burturúr búskaparliga aldudalinum. Vit kunnu tí gleðast um, at føroyski búskapurin er á røttu kós, og at støðan er hugaligari nú, enn í 2008, tá ið búskaparliga barometrið stóð sera lágt.
Tað er yvirskot á handilsjavnanum uppá 275 mió. í kr. 2010. Hallið í landsroknskapinum fyri 2011 gjørdist væl minni enn tær 538 mió. kr., sum annars mett í fíggjarløgtingslógini. Hallið í ár fer at liggja um 200 mió. kr. í mun til eitt væntað hall á fíggjarlógini fyri 2009 uppá heilar 780 mió. kr., og hallið á fíggjarlógini er, í mun til BTÚ, millum tey lægstu í Evropa.
Uppskotið til fíggjarkarmarnar 2013 til 2017, sum fekk heiti “Á rættari kós”, hevur eisini fingið góð skoðsmál frá Búskaparráðnum, men ikki óvæntað, atfinningar frá andstøðuflokkunum. Men tað skal vera mítt ynski og áheitan, at eisini andstøðan verður við at samtykkja bæði rakstrarkarmarnar fyri 2013 og løgukarmarnar fyri 2013-2024. Tað nyttar lítið at seta seg afturá og einans vísa, hvørji málsøki ikki skulu nertast. Okkum tørvar eitt munadygt kjak um, hvussu vit skapa vøkstur og rationalisera almenna geiran, so vit fáa meira fyri minni.
Vit fara at halda kósina og fremja tær neyðugu bygnaðarbroytingarnar. Megnað vit framhaldandi at skapa ein góðan búskaparvøkstur, so eru útlitini góð fyri at minka um arbeiðsloysi og skapa fólkavøkstur. Vit vita tó øll, at broytingar mugu til, um vit skulu megna at brynja okkara samfelag til framtíðina. Men ikki allar broytingarnar verða væl lýddar.
Tung tøk eru tikin, og fleiri skulu takast
Tær góðu søgurnar hava ringt við at sleppa framat í hesum døgum. Tað er altíð lætt at standa á síðulinjuni og finnast at. Tað skulu vit sjálvandi eisini hava pláss til, men tað, sum vit veruliga hava tørv á, eru munadyggar loysnir. Tí hava vit eisini sett plenuklipparan til viks og farin undir at fremja veruligar bygnaðarbroytingar, og bygnaðarbroytingar merkjast.
Tung tøk eru tikin, og eymar og umstríddar broytingar eru framdar. Eg skilji væl, at fólk ressast, nú tað liggur í kortunum at hækka pensjónsaldurin. Vit vita tó øll, at pensjónsskipanin og pensjónsaldurin mugu broytast. Vit liva longri, og vit kunnu gleðast um, at fleiri pensjónistar kunnu njóta lívsins heyst. Tað merkir so aftur, at tað verða lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum. Vit mugu ei heldur gloyma, at verandi pensjónsaldur varð ásettur fyri áratíggjum síðani og í eini tíð, tá ið miðalaldurin var munandi lægri. Hinvegin vita vit eisini, at støðan kann vera ymisk hjá fólki. Mong, sum í dag nærkast pensjónsaldur, fóru longu út á arbeiðsmarknaðin sum tannáringar, og summi eru merkt av hørðum kropsligum arbeiði. Meðan summi ynskja at verða longri á arbeiðsmarknaðinum, ber tað ikki til hjá øðrum, og hesum mugu vit taka atlit at.
Pensjónaldurin er tengdur at pensjónsnýskipanini, og málið við pensjónsnýskipanini er eisini, at tað skal vera lokkandi hjá fólki at verða longri á arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum atlit verður tikið at, at arbeiðslívið og heilsustøðan hjá fólki eru ymisk. Undanfarna samgonga arbeiddi við eini pensjónsnýskipan saman við andstøðuni. Vit komu næstan á mál, men tíverri eydnaðist ikki at fáa eina semju í lag. Arbeiðið við eini pensjónsnýskipan er tikið uppaftur, og eg vóni, at andstøðan vil verða við, so vit fáa eina breiða semju um eina pensjónsnýskipan.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður