ABC samgongan hevur raðfest vælferðarøkið við meir enn 300 mió. kr. seinastu tvey árini
Landskassin hevur stórt hall, og tí er neyðugt at tálma almennu útreiðslurnar og fremja rationaliseringar. ABC samgongan hevur tó valt at raðfesta kjarnuøkini í vælferðarsamfelagnum, og játtanirnar til hesi øki eru hækkaðar við meira enn 300 mió. kr. seinastu tvey árini. Á fíggjarlógunum fyri 2009 og 2010 eru játtanirnar til almannaøkið hækkaðar við umleið 150 mió. kr., heilsuøkið við umleið 120 mió. kr. og útbúgving og gransking við umleið 75 mió. kr. Hinvegin hava vit lækkað játtanirnar á so at siga øllum øðrum økjum. Eg kann tí ikki kennast við nakran ‘asosialan’ politikk, sum andstøðan leggur samgonguna undir at føra, ella at landsstýrið miðvíst leggur eftir veikastu bólkunum í samfelagum.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður
Løgmaður svaraði í dag 19. oktober munnligum fyrispurningi frá Høgni Hoydal, løgtingsmanni
Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann
Viðvíkjandi asosiala politikkinum hjá landsstýrinum mótvegis veikastu samfelagsbólkunum
1. Hvør er politiska grundgevingin hjá landsstýrinum fyri, at skerjingar støðugt verða gjørdar hjá júst teimum samfelagsbólkum, ið hava størsta tørvin á hjálp – t.e. eitt nú pensjónistar við bert fólkapensjón, ið missa heimahjálp; fólk við menningartarni og breki, sum missa hjálp; næmingar, ið ikki hava aðrar inntøkumøguleikar o.s.fr.
2. Hvussu samsvarar hetta við tey lyfti, sum løgmaður sjálvur fór til val uppá?