20.11.2013 · Løgmansskrivstovan

Aðalorðaskiftið verður um Arktis

Aðalorðaskiftið verður um Arktis

Løgmaður leggur á løgtingsfundinum í dag fram frágreiðingina “Føroyar – eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar”. Frágreiðingin verður grundarlagið undir aðalorðaskiftinum um Arktis í løgtinginum í komandi viku.

 
Á várið 2012 tók landsstýrið stig til at gera eina útgreining, ið lýsir hvønn týdning broytingarnar í arktiska økinum væntandi fáa fyri Føroyar. Útgreiningin, ið fekk heitið “Føroyar – eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar” varð liðug í vár.


Aðalorðaskiftið um Arktis verður týsdagin 26. november.