09.10.2013 · Løgmansskrivstovan

Aðalskrivarin í Norðurlanda Ráðharraráðnum vitjað løgmann

Aðalskrivarin í Norðurlanda Ráðharraráðnum vitjað løgmann

Løgmaður hevur seinnapartin havt vitjan av Dagfinn Høybråten, aðalskrivara í Norðurlanda Ráðharraráðnum. Dagfinn Høybråten er nýggjur aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharraráðnum, og tí skiftu hann og løgmaður orð um framtíðar samstarvið millum Føroyar og nýggja aðalskrivaran.

- Eg nýtti høvi at umrøða fleiri mál, sum hava stóran týdning fyri Føroyar. Eg vísti millum annað á, at stjórnarleiðarar í Grønlandi, Álandi og Føroyum fleiri ferðir hava víst á, at sjálvstýrandi tjóðirnar í norðanlondum eiga at fáa ein størri leiklut í norðurlendska samstarvinum. Í samgonguskjalinum hava vit sett okkum sum mál at gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum, og tann boðskapin endurtók eg á fundinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Dagfinn Høybråten hevur verið aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum síðani 4. mars í ár. Hann hevur bæði royndir sum politikari og embætismaður í Noregi.
Á ferðini í Føroyum vitjar Dagfinn Høybråten millum annað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í norðurlandamálum, føroysku norðurlandaráðslimirnar, NORA og Norðurlandahúsið.